Grindsted vann næstbestu donsku hondbóltsdeildini við 43 stigum, einum stigi meir enn Midtjylland.
28-22 (15-11) sigurin hjá Grindsted á heimavølli í dag á Rækker Mølle frammanfyri 931 áskoðarum í Lyng høllini í Grindsted, tryggjaði liðnum eina søguliga uppflyting til bestu deildina.
Tað er tíverri farið undir radaran hjá okkum, men seinastu tveir dystirnar hjá Grindsted hevur 19 ára gamli strandingurin, Búi Djurhuus Poulsen verið við í hópinum hjá Grindsted, og í dag fekk hann spælitíð í tí søguliga dystinum, tó uttan at skjóta nakað mál.
Men hann fekk so lut í søguligu uppflytingini hjá Grindsted, ið komandi kappingarárið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins skal spæla í bestu deildini.
Búi Djurhuus Poulsen hevur spælt við ungdómsliðunum hjá Grindsted, og hevur nú strítt seg inn í hópin á besta liðnum.
Vit á in.fo ynskja Búa tillukku við uppflytingini hjá Grindsted.
Tað hava sostatt verið føroyingar á sjey liðum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini farna kappingarárið.