United fer ikki víðari við langa leikbanninum hjá Casemiro

Casemiro hevur fingið fýra daga leikbann fyri taklingina móti Carlos Alcaraz hjá Southampton

Í 0-0 javnleikinum millum Manchester United og Southampton á Old Trafford leikvøllinum i Manchester ígjár var ein nógv umtalað støða, ið hendi í fyrra hálvleiki.

 

Casemiro fekk fyrst eitt gult kort, men eftir, at dómarin hevði kannað VAR fekk Casemiro beinleiðis reytt fyri taklingina hann gjørdi móti Carlos Alcaraz hjá Southampton.

 

Vanligt hevur verið, at slíkt gevur leikbann í tríggjar dystir, men í hesum førinum bleiv talan um eitt leikbann upp á fýra dystir.

 

Tað hava tey í Manchester United ikki verið sátt við, og tí var upp á tal at kæra revsingina, men nú hava tey valt at lata vera við at kæra langa leikbannið.

 

Leikbannið merkir, at Casemiro kann ikki vera við í fjórðingsfinaluni móti Fulham komandi sunnudag, og hann kann ikki vera við í Premier League dystunum móti Newcastle, Brentford og Everton.

 

Í einari samrøðu aftaná dystin var høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Erik Ten Hag sera misnøgdur við dómaran, og nú er vandi fyri, at hann kann fáa venjarabann nakrar dystir.