USA sendur flogbera til Miðeystur

Tíðindafólk hjá AFP siga í dag, at spreingingar eru at hoyra fleiri staðni í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í dag

 

USA fer at senda flogberan, USS Nimitz, úr Asia til Miðeystur.

 

Tað sigur ein amerikansk kelda við Reuters.

 

Samstundis sendur USA eisini tangaflogfar til Evropa - um tað skuldi verið neyðugt hjá USA at lagt uppí í Miðeystri.

 

Tíðindafólk hjá AFP siga í dag frá, at spreingingar eru at hoyra fleiri staðni í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í dag.

 

Ísraelski verjumálaráðharrin hevur fyrr í dag sagt, at Ísrael fer at leypa á bæði sjónvarp og radio í Iran, sum staturin rekur.

 

Á myndini omanfyri sæst amerikanski flogberin, USS Nimitz.