Kjakið um ein Suðuroyartunnil hevur leingi verið merkt av røddunum hjá eldra ættarliðnum. Og tað hevur kanska verið ov lítið at hoyrt frá teimum ungu – teimum, sum í framtíðini skulu brúka tunnilin. Nøkur teirra búgva í løtuni í Danmark, har tey nema sær útbúgving, og tey hava eisini nakrar tankar um Suðuroyartunnilin.
Ein av teimum er 26 ára gamla Tabita av Rana, sum flutti úr Trongisvági í 2020 fyri at útbúgva seg í Keypmannahavn. Hon bleiv liðugtútbúgvin farmakonomur í fjør og byrjar nýggja útbúgving sum ambulansaviðgeri í næstu viku og fer møguliga at víðariútbúgva seg eftir hetta. Sostatt verður hon verðandi uttanlands í nøkur ár aftrat.
Hennara stóra ynski er at flyta heim aftur – heim aftur til Trongisvágs. Men uttan fast samband til miðstaðarøkið, verður tað trupult, ímyndar hon sær.
Tískil vónar hon, at Suðuroyartunnilin verður veruleiki sum skjótast.
– Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri okkum ungu, at tunnilin kemur. Við einum tunli vænti eg, at nógv fleiri suðuroyingar høvdu flutt suður aftaná lokna útbúgving uttanlands.
Sjálv ivast hon ikki.
– Eg hevði í øllum førum flutt suður, um ein tunnil kom. Tað er har suðri, eg kenni meg mest heima. Mítt heim, bakland og mínar røtur eru har. Og eg vil gjarna geva mínum framtíðar børnum gleðina av at búgva í Suðuroynni, sigur Tabita av Rana.
– Eg hevði í so fall kunnað arbeitt norðan fyri og koyrt ímillum. Tað kann eg ikki uttan ein tunnil. Tað riggar sera illa at pendla við Smyrli, sum nú er, men ein tunnil hevði gjørt tað betur møguligt.
##med2##
Valdi útbúgving sum passar til Suðuroynna
Ein annar suðuroyingur, sum býr og lesur í Danmark, er 25 ára gamla Sólrun Vestergaard Kjærbo úr Sumba. Hon lesur til fysioterapeut og ætlar sær undir øllum umstøðum at flyta suður, tá hon er liðug í Danmark.
– Eg havi valt útbúgving við tí fyri eygað at flyta suður aftur. Eg vil búgva og arbeiða har, og tí valdi eg eina útbúgving, sum eg veit, eg kann brúka í Suðuroynni, sigur hon.
Meðan Sólrun hevur valt eina trygga útbúgving til arbeiðsmarknaðin í Suðuroy, so er støðan ein onnur hjá vinfólkum hennara.
– Fleiri vinfólk hava valt útbúgvingarleiðir, sum ikki kunnu brúkast í oynni. Tey mugu tískil flyta til antin miðstaðarøkið ella vera verðandi í Keypmannahavn. Tað er øgiliga keðiligt, tí eg veit, tey eisini ynskja at búgva har, sum tey eru uppvaksin og tætt at sínum kæru, sigur hon og tekur samanum:
– Tunnilin hevði givið okkum ungu frælsi at valt yrkisleið eftir áhuga og samstundis búð har suðuri.
##med3##
Tað sosiala og heilsuliga
Tabita av Rana er samd í, at arbeiðsmøguleikarnir eru ein avmarking.
– Arbeiðsmøguleikarnir eru ikki so nógvir har suðuri. Man kann altíð arbeiða á fiskavirki. Men annars er úrvalið ikki nakað at rópa hurra fyri, serliga ikki fyri tey, ið hava nomið sær longri útbúgving, sigur Tabita.
Hon vísir víðari á eitt annað atlit, sum hevur týdning fyri tey ungu – nevniliga tað sosiala.
– Um tú skalt norður til eitt tiltak, ein føðingardag ella eina konsert, so krevur tað øgiliga nógv av tær. Tú mást ofta norður fleiri tímar áðrenn, ja kanska enntá dagin fyri, og so skalt tú gjarna eisini finna eitt stað at gista. Sostatt missir tú nógv, bæði fíggjarliga og sosialt, fortelur hon.
– Og um tað so ikki riggar við veðrinum, so situr tú flott eftir í suðri, sigur hon.
Eitt annað evni, sum ofta er uppi at venda, er heilsuøkið.
– Tað er nógv lættari hjá norðoyingum at fáa viðgerð á Landssjúkrahúsinum, tí teir hava onga ferðaætlan at skula fyrihalda seg til. Ein suðuroyingur skal ofta frá húsum kvøldið fyri og kann enda við at brúka ein heilan arbeiðsdag fyri at fara norður til kanningar, sigur Tabita av Rana og vísir á eina ræðumynd:
– Hvat gert tú, um tú hevur bráðfeingis tørv á læknahjálp á Landssjúkrahúsinum ella Ríkissjúkrahúsinum, men einki samband er til Havnina orsakað av ringum veðri? Hevði ein tunnil verið, so kundi man bara koyrt norður alt fyri eitt.
Bíða nógvar tímar í Havn
Eitt annað atlit fyri suðuroya-útisetar, sum nógv kanska ikki hugsa um, er langa ferðin heim úr Danmark. Tá fólk norðanfjørs ferðast heim, tekur tað hasar tveir tímarnar við Atlantic, umframt bíðitíð, og síðani ein buss- ella biltúr beinleiðis heim til hús. Men soleiðis er ikki fyri suðuroyingar.
– Nógvir tímar av okkara feriu fara við at bíða í Havn. Tað merkist, tá man kemur heim, fortelur Sólrun Vestergaard Kjærbo.
– Og ofta noyðist man at keypa teir dýru flogferðaseðlarnar, tí hinir bíligaru ikki samsvara við ferðaætlanina hjá Smyrli. Og um man skal flúgva niður mánamorgun, má man jú fara norður sunnukvøld.
Tabita er samd.
– Eg havi ongantíð enn verið heima eitt langt vikuskifti, sjálvt um eg havi frí fríggjadagar. Eg má brúka 12 tímar hvønn vegin fyri at fáa tað at rigga við bæði Atlantic og Smyrli. Tað loysir seg ikki, sigur hon og vísir á eitt dømi um hetta:
– Fyri tveimum árum síðani var eg heima í rundum føðingardegi hjá pápa mínum. Men føðingardagurin varð hildin í Gásadali, fyri at eg skuldi kunna vera við, tí tað ikki ber til at fara heim til Suðuroyar í eitt vikuskifti.
##med4##
– Kann fáa tey ungu heim
Nú hava suðuroyingar klárað seg í nógv ár uttan ein tunnil – er tað virkuliga so galið, kann man spyrja?
– Ja, tað er so galið. Suðuroyggin fylgir ikki við í menningini. Fólkatalið minkar jú støðugt, sigur Tabita av Rana, sum eisini setur spurnartekin við, um tað í longdini ikki lønar seg best at gera tunnilin.
– Skal man keypa tvey nýggj skip í staðin og brúka nógvar pengar upp á rakstur, viðlíkahald og annað? spyr hon.
Suðuroyartunnilin verður mettur at kosta 4,2 milliardir. Landsbankin hevur millum annað ført fram, at Føroyar ikki hava fíggjarligt rásarúm til hetta beint nú, og tað eru tí ikki øll, sum halda tað vera ráðiligt at fara í holt við tunnilin uttan víðari.
Tabita av Rana ásannar, at Suðuroyartunnilin er ein risastór íløga, men hon ivast ikki í, at tað er ein góð íløga, um man ger neyðugu fyrireikingarnar.
– Sjálvandi má man vera varin, tá talan er um eina so stóra og dýra verkætlan. Men man má eisini síggja møguleikarnar í tunlinum og teimum nógvu positivu avleiðingunum, hann fer at hava við sær, sigur hon.
– Kemur ein tunnil ikki, so er Suðuroyggin í vanda fyri avtoftan, sigur Tabita av Rana.
Sólrun er samd og hugsar, um Suðuroyartunnilin kann vera við til at minka um yvirskipaðu fólkafráflytingina úr Føroyum.
– Í dag tosa politikararnir nógv um, at man vil steðga fráflytingini, tí so nógv flyta av landinum uttan at koma heim aftur. Men nógvir av hesum útisetunum koma úr Suðuroynni. Man má tí eisini hugsa um at geva suðuroyingum betri kor, um man vil hava tey ungu heim aftur, sigur hon og vísir á seg sjálva sum dømi:
– Um eg ikki kundi flutt aftur til Suðuroynna og fingið arbeiði har, so hevði eg nokk heldur búsett meg í Keypmannahavn enn at flutt til Havnar. Eg havi jú einki tilknýti til Havnina yvirhøvur. So kann eg akkurát tað sama bara vera niðri, sigur hon og leggur aftrat, at nógvir ungir suðuroyingar, hon kennir, hava somu áskoðan.
Ungi sumbingurin upplivir, at tað ikki altíð eru øll, ið skilja støðuna hjá suðuroyingum.
– Man kann ikki koma uttan um viðmerkingar sum “tú hevur sjálv valt at búgva í Suðuroy”. Men tey gloyma, at man vil vera tætt at har, sum man er uppvaksin og hevur sína familju.
– Og haraftrat er tað ikki so einfalt at flyta til miðstaðarøkið. Tað er ringt og dýrt hjá ungum at finna nakað at búgva í, tí bústaðarneyðin er so stór, sigur hon.
– Vit eru ein partur av Føroyum
Bæði Tabita og Sólrun vóna tískil, at Suðuroyggin skjótt verður knýtt at meginøkinum við einum undirsjóvartunli.
– Eg haldi, tað er upp á tíðina, at vit blíva partur av Føroyum, og ikki føla okkum fremmand sum turistar í egnum landi, sigur Tabita av Rana.
– Tað má vera ein sjálvfylgja, at vit eisini hava fast samband til restina av Føroyum, sigur hon, og Sólrun Vestergaard Kjærbo leggur aftrat:
– Vit suðuroyingar eru ein partur av samfelagnum, og vit eru nógv tilsamans.