Útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap

- Nú eru fleiri eisini farnir at fiska við snellu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í gjár vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at ísfiskalínuskipini liggja, men væntandi fer okkurt ísfiskalínuskip út í vikuni sum kemur.

 

- Fimm frystilínuskip eru til fiskiskap undir Íslandi, og trý fiska undir Føroyum. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at møguliga kemur okkurt frystilínuskip inn at landa í næstu viku.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður helst gott fyrst í vikuni, men skiftandi seinni í vikuni.

 

Sagt verður, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er brúkiligur.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Nú eru fleiri eisini farnir at fiska við snellu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.