Fíggjarstjórin í Hvítu Húsunum, Shalada Young, ávarar nú amerikansku kongressina um, at við ongari nýggjari avtalu í kongressini um stuðul til Ukraina heldur hjálpin skjótt uppat.
Hann ávarar formannin í amerikanska umboðsmannatinginum, Mike Johnson og aðrar kongresslimir um, at skjótt verða hvørki stundir ella pengar til Ukraina.
- Eg vil vera týðiligur og siga, at uttan viðgerð í kongressini verður møguleikin at veita Ukraina fleiri vápn og útgerð burtur innan árslok, skrivar Shalada Young í brævi, sum er sent í dag.
Fíggjarstjórin í Hvítu Húsunum sigur seg stúra fyri, at uttan amerikanskan stuðul til Ukraina, gerast sannlíkindi fyri, at Russland vinnur kríggið í Ukraina, størri.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB fyrrapartin í dag.