Vænta nógvan útróður í vikuni

- Væntandi fara nakrir útróðrarbátar á Føroyabanka at royna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Tvey ísfiskalínuskip liggja við bryggju, men nøkur frystilínuskip eru til fiskiskap. 

 

- Trý frystilínuskip fiska undir Føryum, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska í Eysturgrønlandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at tvey frystulínuskip liggja við bryggju, og eitt er á royndarveiði eftir høgguslokki.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður nakað harður, men ikki av tí harðasta.

 

- Veðurforsøgnin sær gott út og roknað verður við nógvum útróðri.

 

Sagt verður, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nakrir útróðrarbátar fara á Føroyabanka at royna.