Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð. 

Sandavágs Talvfelag kann av sonnum frøast. Teir vunnu í dag bæði 1. deild og 2. deild, og hava tí tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Her eru einar tríggjar manningar hjá Sandavágs Talvfelag avmyndaðar í dag.

Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í  umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.

 

Alt kollrendist á ovaru borðunum. Her høvdu Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen greiðan fyrimun, men í kviktalvi kann so mangt henda, tí tíðin er knøpp. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, ið var fyri sínum fyrsta og einasta tapi í vetur í regluliga dystinum í dag móti einum vælleikandi Martin Poulsen, vísti stórt yvirskot, tá ið hann brádliga aftur lá omaná, og vann.

 

Uppaftur meira gátuført var tað, sum hendi á 1. borði. Her hevði stórmeistarin at kalla vunna støðu, men so var tað, sum slóknaði hann. Um fjálturin nervaði hann meira enn gott er, er ilt at siga, men hann lorkaði sær stóra fyrimunin burtur í fáum leikum, og varð settur skák og mát.

 

 

 

Nýggja stjørnan hjá sandavágsmonnum í talvi eitur Jón í Horni Nielsen. Hann hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í vetur í sínum fyrsta kappingarári í 1. deild. Hann telvaði sera væl í regluliga dystinum í dag, og átti ivaleyst at vunnið, men misti tráðin og var um reppið at tapa endatalvið, men stríddi seg kortini til remis. Í umdystinum kom hann aftur at standa væl, men tá ið Luitjen tóktist hava javnað støðuna aftur, átti hann eina avgerandi fintu, ið tryggjaði honum sigurin.

 

Bara Olaf Berg vann av havnarmonnum í umdystinum. Olaf er ein pressari og vann eitt roktalv í regluliga dystinum, og í umdystinum offraði hann djarvur mann. Hóast offrið tóktist at vera í so vágið, fekk hann kortini væl av spæli afturfyri, og endin var, at hann lá omaná.

 

FM-finaluumdystur (kviktelving)

 

Sandavágur - Havnin 3 - 1

 

Rógvi Egilstoft - Helgi Dam Ziska 1 - 0

 

Høgni Egilstoft Nielsen - Martin Poulsen 1 - 0

 

Silas Eyðsteinsson - Olaf Berg 0 - 1

 

Jón í Horni Nielsen - Luitjen Akselsson Apol 1 - 0

 

Eitt flott comeback av sandavágsmonnum eftir at hava tapt 3-1 í høvuðsdystinum. Tað vísir styrki og treiskni og góðar kappingareginleikar. Mann fyri mann hevur havnarliðið hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, men kanska hava vágamenn aðrar dygdir, sum javna henda munin, tá ið á stendur. 

 

Tað er hugvekjandi at síggja, at Rógvi Egilstoft á 1. borði er mentur at neutralisera stórmeistaran Helga Dam Ziska í trimum talvum teirra millum í vetur. Tvey remis í regluligu toppdystunum, og so ein avgerandi sigur í umdystinum. Tað átti næstan ikki at borið til, men við slíkum toppavrikum ber til at vinna á favorittunum. 

 

Havnarmenn eru helst bæði nipnir og vónbrotnir um ikki at vinna í ár, nú felagið um ein mánað fyllir 100.

 

Men sannast má, at hesi bæði liðini hava givið okkum nakrar frálíkar kappingar og FM-finalur tey seinnu árini. Í fjør var eisini spenningur til síðsta leik, og tá var tað Helgi Dam Ziska, ið tryggjaði havnarmonnnum sigurin eftir harðvunnan dyst móti Rógva Egilstoft.

 

Í dag kundu vágamenn siga takk fyri síðst - og tillukku við 100 ára føðingardegnum!

 

Dystirnir í 1. deild í tíggjunda og seinasta umfari í dag:

 

Hóast kollfirðingar fingu gott úrslit í dag, gjørdust teir ov stuttir, og flyta úr 1. deild aftur.

 

Tað endaði púra javnt millum Havnina og Sandavág. 31 borðstig og 18 dystarstig í part. Innanhýsis hevði Havnin munin (4½-3½), men reglurnar áseta umdyst um meistaraheitið í slíkum føri. 

 

Hvirluvindurin ST

 

Við FM-sigrinum í dag hevur Sandavágs Talvfelag lagt upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag sum tey bæði næstmest vinnandi feløgini í landinum. Sandavágs Talvfelag vann fyrsta FM-heitið í 2011, so tað hevur gingið upp á stás hesi trettan árini síðani.


FM 2010-2023

2010 KTF

 

2011 ST

 

2012 HT

 

2013 ST

 

2014 ST

 

2015 ST

 

2016 ST

 

2017 HT

 

2018 HT

 

2019 ST

 

2020 HT

 

2021 ST

 

2022 HT

 

2023 ST

 

 

 

FM 1971-2023

 

HT 25

 

ST 8

 

KTF 8

 

VT 6

 

KT 4

 

TT 1

 

TFS 1


Sandavágs Talvfelag upp

 

Tað er komið fyri fyrr, at Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild, men nú eru nøkur ár síðani. Men í dag gjørdist greitt, at vágamenn eru eisini bestir í 2. deild. 

 

Meira syrgiligt er at síggja, at gamli talvrisin - Vestmanna Talvfelag - er dottin heilt niður í 3. deild. Hvokkin er hann, Grímur á Skóg.

 

Komandi kappingarár verða bara trý feløg í 1. deild - Sandavágur, Havnin og Klaksvík - øll við hvør sínum tveimum liðum.

10. umfar 

 

Sandavágur - Vestmanna 3½ - ½

 

Havnin B - Klaksvík 1 - 3

 

Havnin A - Kollafjørður 3 - 1

 

Runavík upp

 

Kongshavnar Talvfelag - fyrr Runavíkar Talvfelag - hevur vunnið 3. deild og flytur upp í 2. deild.

 

10. umfar 

 

Kongshavn - Kollafjørður 2 - 2

 

Sandavágur A - Rókur 2 - 2

 

Sandavágur B - Toftir 2½ - 1½

 

Gøtuskeggjar vunnu

 

Annað gamalt stórfelag í føroyskari telving, er Gøtu Talvfelag. Teir vóru í nógv ár í 1. deild, og tá Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein vóru í vælmaktini, vóru teir heilt frammarlaga. 

 

Men gøtumenn eru í somu støðu sum toftamenn og vestmenningar, sum ikki hava verið mentir at seta nóg væl við tey seinnu árini. Nú kunnu teir heilsa vestmenningum í lyftini upp úr 3. deild í 2. deild.

 

10. umfar 

 

Gøta A - Rókur B 4 - 0

 

Gøta B - Toftir 2 - 2

 

Havnin - Kongshavn 4 - 0

 

Vestmanna - Klaksvík A 1½ - 2½

 

Klaksvík B - Rókur A 4 - 0

 


Havnin vunnið FM

 

Seinastu leikirnir í unglingadeildini verða fluttir mikudagin, men greitt er longu nú, at Hanar telvingarfelag hevur vunnið.

 

Næst á skránni í føroyskari telving er FM-einstaklingakappingin, sum Havnar Telvingarfelag skipar fyri um páskirnar.

 

##med2##

 

 

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Sandavágs Talvfelag kann av sonnum frøast. Teir vunnu í dag bæði 1. deild og 2. deild, og hava tí tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Her eru einar tríggjar manningar hjá Sandavágs Talvfelag avmyndaðar í dag.