Orsøkin til hetta er einføld. Alt óv nógvar stórar íløgur eru settar í gongd samstundis. Svimjihylur, innkomuvegur og stórhøll alt í einum, hetta er óv stórur biti.
Avleiðingin er eisini einføld. Vit noyðast at avmarkað tær heilt stóru íløgurnar komandi árini.
Um vit ikki seta ferðina niður og minka stóru íløgurnar, so verður galin endi á vaglinum, so enda vit aftur í 90'inum
Tað tykist eisini sum um javnaðarfólk nú eru vaknaði við kaldan dreym. Men heldur enn at taka málið í álvara, so eru tey nú farin at klandrast innanhýsis.
Úrslitið er tveir flokkar, har báðir tó enn eru størstu flokkar í samgonguni.
Verandi Javnaðarflokkur, listi C lovar at hann skal gera alt tað sum flokkurin ikki hevur gjørt seinastu árini. Tey skulu nú ordna kloakkir, umhvørvi, lestraríbúðir o.s.f. Alt tað sum tey ikki hava rætt hond frá síðu í fýra ár at gera. Tími illa nokk at nevna, at tey eisini hava lova tvær nýggjar ítróttarhallir og eina skjótibreyt, tí haldi ikki nakar tekur tey fyri fult longur.
Nýggi Javnaðarflokkurin, ella Kommunulistin sum tey nevna hann, hevur sum høvuðsvallyfti at hann skal lurta eftir borgaranum. Hví skulu tey byrja at lurta nú ?
Hesi fólk hava so dyggiliga gloymt at lurta seinastu fýra árini.
- Fáa fólk betri oyrir av at flokkurin skiftir navn ?
Vit skulu eisini hava í huga at Kommunulistin er ikki nakað nýbrot. Hetta er í veruleikanum garvaðir politikarar og tann flokkurin ið eigur flest valdar býráðslimir í verandi býrað. Ja, tey eiga fýra av sjey umboðum í samgonguni, tí samgonguni sum tey nú siga seg fara í valstríð ímóti….
So at velja Javnaðarflokkin ella Kommunulistan er bara meira av tí sama, meira kaos.
Tí noyðast vit at fara aftur til tað sum riggaði sera væl árini frá 2016 til 2020. Eitt býrað ið torir at raðfesta, eitt býráð ið tekur borgaran og umsiting við uppá ráð og ikki brúkar meira pengar enn vit hava ráð til.
Tí er valið 12 novembur sera einfalt - Valið er millum Tjóðveldi ella meira kaos
Brandur í Dali - Valevni fyri Tjóðveldi
##med2##