Valur megnaði javnleik í útidysti í European Cup

Liðið hjá Silju A. Müller fekk eitt gott útgangsstøðið í Spania

Liðið hjá føroyska málverjanum, Silju A. Müller og liðfelagarnir í Vali fingu eitt gott úrslit í útidysti í European Cup.

 

Í fyrru áttandapartsfinaluni eydnaðist tað Vali at fáa javnleik 25-25 móti Malaga. Í steðginum var Valur á odda 15-13.

 

Hafdís Renötudóttir vardi málið hjá Vali næstan allan dystin. Bert hendingaferð vóru boð eftir Silju í dag.

 

Komandi leygardag klokkan 16.30 tala valskvinnur móti Malaga á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík, har tær fara at stríðast fyri at røkka fjórðingsfinalunum í European Cup.