Valur-Olympiacos beinleiðis á RÚV

Dysturin byrjar klokkan 18

Í dag er ein risastórur dagur hjá Allani Norðberg og liðfeløgunum í Vali.

 

Klokkan 18 skulu teir frammanfyri einari fullsettari hølli á Hliðarenda í Reykjavík spæla fyrru finaluna í European Cup ímóti Olympiacos úr Grikkalandi.

 

Sambært altjóða veddingarfyritøkum er Valur greiður favorittur at vinna dystin. 

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Val eru 1,29.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Olympiacos eru 4,47.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar fáa høvið at fylgja gongdini hjá Vali í kvøld.

 

RÚV, ið er ein av rásunum hjá Televarpinum vísir dystin beinleiðis. Sendingin byrjar klokkan 17.40.