Vandamikið tos um kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi

Tað er »vandamikil og ábyrgdarleyst« tos, tá Vladimir Putin, forsetin, boðar frá, at Russland fer at seta upp taktiskt kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi.

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, boðaði í gjár frá, at landið fer at seta upp kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi. (Arkivfoto). - Foto: Gavriil Grigorov/Ritzau Scanpix

Tað stendur í skriftligum boðum frá einum talsfólki fyri verjusamgonguna Nato til tíðindastovuna Reuters í dag.

 

Tað er tó einki í boðunum frá russiska forsetanum, sum fær Nato til at broyta egnu tilgongd til kjarnorkuvápn.

 

– Vit hava ikki sæð nakrar broytingar í støðu Russlands til kjarnorkuvápn, sum kundi fingið okkum at broyta støðu, sigur talsfólkið.

 

Putin boðaði í gjárkvøldið frá, at Russland er vorðið samt við forsetanum í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, um at seta upp russisk kjarnorkuvápn í grannalandinum.

 

/ritzau/

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, boðaði í gjár frá, at landið fer at seta upp kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi. (Arkivfoto). - Foto: Gavriil Grigorov/Ritzau Scanpix