Varð nýtt sum tulkur í grønlendskum longu í barnaskúlanum

Elin Neshamar hevur gjørt eina grønlendsk-føroysk orðabók. 30 ára gamla klaksvíkskvinnan er uppvaksin í Grønlandi og hevur lisið grønlendskt á universitetinum í Nuuk. Longu í barnaskúlanum varð hon nýtt sum tulkur, og nú fer nógv av hennara tíð til at týða og tulka til ella úr grønlendskum

– Tá ið eg kom heim til Føroya, eftir at hava tikið bachelor í grønlendskum, hugsaði eg, hvat eg hevði gjørt. Um tað fóru at vera nakrir arbeiðsmøguleikar. Men tað kom so spakuliga, og nú brúki eg tað mesta av tíðini til ymiskar uppgávur, sum hava við tað grønlendska málið at gera. Eg hevði aldri droymt um, at eg skuldi fara at gera eina grønlendsk-føroyska orðabók, sigur Elin Neshamar.

20.000 orð

Síðsta hálvtannað árið hevur Elin Neshamar arbeitt við at gera grønlendska-føroyska orðabók. Umleið 20.000 orð eru í orðabókini, og frá september í 2018 til november í 2019 hevur hon týtt øll orðini. Síðani er rættlisið, og í dag verður orðabókin almenn á Sprotanum. Framløga er í Grønlendingahúsinum klokkan 16.

– Eg varð spurd av Sprotanum at gera orðabókina. Tað var Jonhard Mikkelsen, sum hevði nevnt á einum skeiði, at nú manglaði bara ein grønlendskt-føroysk orðabók. Hetta hevði ein vinkona hjá mær hoyrt, og hon hevði so nevnt fyri honum, at spyrja meg. Hann setti seg síðani í samband við meg, og vit gjørdu avtalu um hetta, sigur Elin Neshamar.

– Vit fingu rættindini at nýta grønlendsku-donsku orðabókina frá Sprogsekretariatet í Grønlandi, og tað gjørdi arbeiði munandi lættari. Eg havi brúkt tann listan, og síðani sett føroysk orð inn, sigur Elin Neshamar.

Gera eisini føroysk-grønlendska orðabók

Nú arbeiðið at gera grønlendsku-føroysku orðabókina er liðugt, er Elin Neshamar longu farin í gongd við næstu stóru uppgávuna. Tað er at gera eina føroysk-grønlendska orðabók.

– Tað er ein størri uppgáva. Bæði tí at har eru nógv fleiri orð, nevniliga 36.000 orð, umframt at orðabókin er torførari at arbeiða við, tí hon hevur nógv dømi, sum eru á donskum, og skulu skiftast út við hóskandi føroyskum dømum, sigur Elin Neshamar.
Eisini í hesum førinum hevur Sprotin fingið loyvi at nýta donsk-grønlendsku orðabókina sum útgangsstøði, og tað ger arbeiði munandi lættari.

– Eg eri longu byrjað upp á ta uppgávuna. Fyrst umseti eg orðini, har tað danska orðið kann býtast beinleiðis um við eitt føroyskt. So snýr tað seg um at skifta tann danska partin út við føroyskt, sigur orðabókarithøvundurin.

Ein myta at grønlendskt er trupult

Tað verður ofta sagt, at tað grønlendska málið er sera trupult at læra, men tað heldur Elin Neshamar ikki.

– Mær dámar ikki útsøgnina ”grønlendskt er sera trupult” – men eg kann ikki siga at tað ikki er trupult, tað veldst um sjónarhornið, og hvussu tilgongdin til málið er. Málið er sera øðrvísi, og um tú ikki nýtir rætta ”lykilin” til at koma inn í málið, so verður tað trupult – tú kanst ikki fara fram á sama hátt sum um tú skuldi lært teg franskt ella spanskt ella týskt, tí tað er sum ein onnur ”telduskipan” eitt annað ”forrit”, sigur Elin Neshamar.

Trý móðurmál
Sjálv hevur Elin Neshamar tann fyrimun í mun til tey, sum skulu læra seg grønlendskt sum vaksin, at hon hevur fingið grønlendskt inn við móðurmjólkini.

– Eg hava faktiskt trý móðurmál, føroyskt, grønlendskt og danskt. Eg brúkti øll hesi málini míni barnaár, sigur Elin Neshamar.

Foreldrini hjá Elini eru bæði føroyingar. Tey búðu í býnum Paamiut, sum er grannabýur hjá Nuuk, men sum tað tó tekur 14 tímar at sigla til.

– Tað búðu umleið 1.800 fólk í Paamiut, tá ið vit búðu har. Nú haldi eg, at har búgva umleið 1.500 fólk. Eg eri fødd í Føroyum, men sum umleið ein mánað gomul var eg Paamiut. Eg búði har, til eg var 15 ára gomul, sigur Elin Neshamar.

Tulkaði í barnaskúlanum

Paamiut er ein býur, har mest grønlendskt varð nýtt. Í flokkinum vóru grønlendsk børn, men eisini nøkur útlendsk børn.

– Tað vóru nøkur, ið bara skiltu grønlendskt og onnur, ið bara skiltu danskt. So vóru tað eisini tey, sum skiltu bæði málini. Onkuntíð høvdu vit danskar lærarar, ið ikki dugdu grønlendskt. Tá ið tað var okkurt týðandi, ið skuldi sigast, so bað lærarin meg ofta umseta til grønlendskt. Eg haldi tað í summum førum var skeivt av læraranum at nýta ein næming til hetta, men eg lærdi av tí, sigur Elin Neshamar.

Heima varð tosað føroyskt, men í skúlanum og í spæli varð tosað danskt og grønlendskt.

– Mamma arbeiddi sum dagrøktarmamma, og tí vóru ofta nógv børn inni hjá okkum, og har vórðu nógv mál tosað. Mamma og pápi høvdu eisini lagt seg eftir at læra grønlendskt, og tey lósu søgur fyri okkum á grønlendskum og sungu sangir fyri okkum á grønlendskum, sigur Elin Neshamar.

Eisini í frítíðini annars vórðu hennara málsligu førleikar nýttir.

– Mál hava altíð fallið mær lætt, sigur Elin Neshamar.

Í skúla í Føroyum

Tá ið Elin Neshamar var 15 ára gomul, flutti hon til Føroya at ganga 9. og 10 flokk í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.

– Mamma og pápi høvdu tosað føroyskt við okkum, og at eg sjálv var von at lesa føroyskt, og mær dámdi væl at lesa. Men eg kendi ikki tey ymisku føllini og remsurnar, sum til dømis bátur, bát, báti, báts. Eg dugdi at benda rætt, tá ið eg tosaði. Eg kendi ikki til at skipa føllini í bendingarsniðum – tí tað gjørdu vit ikki á grønlendskum. Men tað lærdi eg so, sigur Elin Neshamar.

Besta prógvið í grønlendskum

Sum 18 ára gomul flutti Elin Neshamar aftur til Grønlands, har hon fór á miðnámsskúla í Nuuk. Síðani fór hon á universitetið í Nuuk og las grønlendskt. Tað er skipað sum lestur í máli, bókmentum og miðlum.

– Sum yngri hugsaði eg at gerast fólkaskúlalærari. Men eg var eisini sera hugtikin og bergtikin av grønlendska málinum, og hevði áhugað at lesa víðari. Tveir grønlendsktlærarar, ið eg hevði á miðnámi, vóru sera góðir, og teir høvdu eisini ávirkan á mína avgerð, sigur hon.

Eftir trý ár hevði hon eina bachelor í grønlendskum við einum próvtali á 11,7 eftir nýggju 12 tals skipanini. Hon hevði besta prógvið á holdinum, og hon fekk virðisløn fyri tað.

– Eg hugsaði, um eg skuldi fara at lesa master eisini, men eg kom til tað støðu, at heldur skuldi steðga og fara til Føroyar, sigur hon.

Foreldrini og systkin vóru tá flutt aftur til Føroyar.

Fríyrkisfólk

Komin aftur til Føroya fór hon at kanna, um hon kundi brúka sínar málsligu førleikar. Tað vísti seg skjótt, at hon fekk ymsar uppgávur. Ein av stóru uppgávunum var at týða heimasíðuna hjá Bank Nordik til grønlendskt, og síðani hevur hon gjørt fleiri aðrar týðingaruppgávur fyri fyritøkur og onnur.

– Eg væntaði ikki, at tað fóru at vera so nógvar uppgávur, men tað hevur víst seg, at eg havi havt nógv at gera. Tað er nógv samstarv millum Føroyar og Grønland, og tí er eisini tørvur á at týða ymiskt tilfar til grønlendskt ella úr grønlendskum, sigur hon.  

Nú er tað tó serliga uppgávan frá Sprotanum at gera grønlendska orðabók, ið hevur fylt.
Hon starvast sum fríyrkisfólk og hevur skrivstovu í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Hon hevur eisini nomið sær útbúgving sum ferðaleiðari og um sumrarnar nýtir hon nógva tíð í hesum høpi.

– Eg havi boðað frá, at eg kann guida á grønlendskum, men enn havi eg ikki havt nakran grønlendskan bólk, sigur hon.

Úttalað sum skrivað

Hóast grønlendska málið kann virka okkum føroyingum trupult og sera fremmant, so vísir Elin Neshamar á, at grønlendskt hevur eisini tær síðurnar, sum eru torførar – men so eru aðrar síður, sum eru einfaldar.

– Grønlendskt er lættari enn føroyskt á mangan hátt. Har eru eingi føll og allar bendingarnar eru regluligar, og ikki óregluligar, sum tað annars er á føroyskum. Tað er eisini lættari at skriva, tí tað verður úttalað, sum tað verður skrivað. Tí kundi eg eisini stava grønlendskt feilfrítt, tá ið eg gekk í skúla, sigur Elin Neshamar.
Á grønlendskum eru heldur ikki kyn.

– Tað sæst út frá samanhanginum, hvat kyn tosað verður um, sigur hon.

Uppbygningurin av setningunum er ein annar enn hann er á føroyskum.

– Grønlendskt hevur tað tað til felags við týskt, at sagnorðið er síðst í setninginum. Ein vanligur setningur er tí skipaður sum grundorð – ávirki – umsókn. Á føroyskum er øðrvísi. Her er tað grundorð – umsókn – ávirki, sigur hon.

43 bókstavir í einum orði

Tá ið vit hava sæð grønlendskar tekstir, eru fleiri av okkum, ið hava lagt til merkis, at summi orð kunnu vera sera long.

– Eg sat nú ein dagin og skuldi umseta ein tekst til grønlendskt. Tá skrivaði eg eitt orð við 43 bókstavum. Men tá ið eg hugdi eftir tí, valdi eg heldur at broyta setningin og skrivað tað á ein annan hátt, so at eitt einstakt orð ikki gjørdist so langt. Tað er trupult at lesa eitt orð, tá ið tað er so langt, sigur Elin Neshamar.

Hon vísir á, at grønlendska málið er er bygt upp á ein annan hátt enn tað føroyska, og tí kunnu tað gerast sera long orð.

– Pápi mín, sum er elektronikteknikari, er vanur at siga, at tað er sum í teldum. Vit vera von við eina stýrisskipan og brúka hana. Grønlendskt er bara ein heilt onnur stýrisskipan, sum vit skulu venja okkum við, sigur hon.

– Grønlendsku orðini eru sera livandi og eru bygd upp av bitum, sum verða settir saman. Bitarnir eru næstan sum orð á føroyskum. Tað ræður tí um at duga bitarnar uttanat, og so at seta teir saman.

– Tað eru í høvuðsheitum sjey reglur, ið ein skal duga um, hvussu tað verður sett saman. Tá ið ein skal læra seg grønlendskt, so loysir tað seg ikki at læra orð uttanat á sama hátt sum á føroyskum, men tað er betri at læra seg bitarnar uttanat, og so hvussu teir verða settir saman. Um ein skal læra seg føroyskt, so lærir ein ikki heilar setningar uttanat, men orð. Á grønlendskum eru tað bitarnar, ið skal læra seg uttanat, sigur Elin Neshamar.

Hon vísir tó á, at tað er eisini gott at duga orð.

– Í næstu orðabókini, har tað verður frá føroyskum yvir í grønlendskt, verða eisini nøkur dømi við, hvussu tað kann nýtast, sigur hon.

Samskifti á grønlendskum og donskum

– Mær er sagt, at fyri 1950 lærdu allir útlendingar, ið komu til Grønland, seg grønlendska málið. Men síðani 1950 er næstan eingin, ið lærir seg málið. Hetta er ikki orsaka av málið broyttist nakað, men heldur tí at samfelagið broyttist, sigur hon.

Hon vísir á, at tað hevur heldur ikki verið nógv gott grønlendskt tilfar at læra seg málið. Men hon heldur, at har eru broytingar hendar, tí at nú er nógv gott tilfar komið.

– Samskiftið í Grønlandi er vanliga bæði á grønlendskum og á donskum. So eru eisini summir samanhangir, har alt samskifti er á grønlendskum, og annað samskifti, har alt er á donskum. Tað eru nógvir grønlendingar, ið ikki duga danskt, men tað eru eisini grønlendingar, ið ikki duga grønlendskt, sigur hon.

Triðja fremmandamáli knýtt at grønlendskum

Tað eru ikki gjørdar nógvar grønlendskar orðabøkur, og grønlendsk-føroyska orðabókin, sum nú kemur út, er triðja fremmandamálið knýtt at grønlendskum.

– Mær vitandi eru tað bara grønlendsk-danskar og grønlendsk-enskar orðabøkur frammanundan. Týskarar hava verið nógv í Grønlandi fyrr, men eg veit ikki, um har er nøkur grønlendsk-týsk orðabók, sigur Elin Neshamar.

Men hvønn verður grønlendsk-føroyska orðabókin til gagn fyri.

– Fyrst og fremst fyri teir umleið 300 føroyingar, ið búgva í Grønlandi, og teir umleið 50 grønlendingar, ið búgva í Føroyum. Men sum sagt er nógv annað samskifti millum Føroyar og Grønland, og tað eru als ikki allir grønlendingar, ið skilja danskt, og teir hava tí eisini tørv á at kunna samskifta á einum máli, sum tey skilja, sigur Elin Neshamar.


Aftur til Grønlands at vitja

Nú Elin Neshamar hevur sitið og arbeitt við orðabókini, er tað eitt arbeiði, ið hon stendur rættiliga einsamøll við. Hon hevur tó onkran, ið hon spyr til ráðs í einstøkum førum.

– Eg havi nakrar grønlendskar vinkonur, ið eg viðhvørt spyrji um okkurt, um eg ivist. Beiggi mín, sum býr í Skotlandi, dugir eisini flótandi grønlendskt. Eg spyrji hann viðhvørt um okkurt. Tað er gott at hava onkran, ið eg kann spyrja til ráðs.

Síðani Elin Neshamar kom aftur til Føroya at búgva, hevur hon ikki ofta verið aftur í Grønlandi. Í komandi viku fer hon tó aftur til Grønlands.

– Nú eru næstan tvey ár, síðani eg seinast var í Grønlandi. Hesaferð fari eg yvir at vitja familju og vinfólk, sigur hon.

Tey árini, hon búði í Grønlandi, var hon ofta tulkur. Hon tulkaði nógv á summarlegum og trúboðanarferðum og av og á í samkomuni, tá ið vitjanir vóru av enskttalandi fólki,. Hon hevur eisini tulkað nógv til barnalegur og virksemi hjá Juvel 2 og øðrum í Grønlandi.

Stríðist við rótloysi

At vera vaksin upp við trimum móðurmálum, og so ikki búgva á tí staði, har ein er vaksin upp, hevur sínar avbjóðingar.

– Í fleiri ár havi eg stríðst eitt sindur við rótloysi, tí eg hoyri heima bæði í Grønlandi og í Føroyum. Eg havi eitt bein í hvørjum stað. Eg havi síðstu tíðina lisið eitt sindur um evnið, og tað hevur hjálpt at síggja, at eg eri ikki tann einasti persónurin, ið standi í hesi støðuni. At tað eru onnur, ið hava upplivað tað sama, sigur hon.

Hon hevur millum annað onkra vinkonu, ið kennir tað á sama hátt.

– Tað er gott at kunna tosa við onnur um tað. Samstundis eri eg eisini glað og takksom fyri, at eg kann brúka tað, sum eg havi fingið við uppvøkstrinum í einum fremmandum landi til mítt arbeiði í dag, sigur hon.