Sunnudagin klokkan 17 byrjar fimti og seinasti dysturin í Betrideildini hjá monnum millum HB og B36 á ovara vølli í Gundadali.
HB er næstfremst í deildini við 18 stigum, meðan B36 er nummar fimm við 11 stigum.
Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella til ein sigur til HB, men talan er ikki um ein stóran favorittleiklut.
Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 2,17.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,25.
Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru 3,08.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##