Framtíðin hjá Sandoynni er ótrúliga spennandi. Fá av okkum her suðuri vita júst, hvat fer at henda, tá tunnilin letur upp. Men tað fer ikki at gera umstøðurnar verri, um ein lokal rødd fær æruna av at verða fólkatingsumboð.
Á fólkatingi fari eg serliga at arbeiða fyri at loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir í klemmu í Danmark. Eg vil samstarva við øll – og eg vil skapa úrslit. Men eg fari ongantíð at vera ímóti føroyska viljanum. Eitt fólkatingsumboð skal samstarva og ikki skapa ósemjur.
Tí tað er sjálvandi soleiðis, at vit eru ósamd um nógv viðurskifti í Føroyum. Men hesi viðurskiftini eiga ikki at dragast niður á fólkating. Ósemjurnar skulu loysast í Føroyum – ikki á fólkatingi.
Seta tit krossin við meg, so fáa tit eina virðiliga umboðan, sum tekur sessin í álvara.
Sigrið Sámalsdóttir Hentze,
fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin