Vel vinnarabreytina!

Sambandsflokkarnir siga upp í saman, at tryggast er hjá føroyingum at vera í eini skipan, har onnur hava stóran part av valdinum á okkara landi. Men teir fara skeivir, tí júst henda støðan ger okkara umstøður avmarkaðar og ótryggar.

HVAT ER ÓTRYGGLEIKI?

Tað er at hava eina ótíðarhóskandi løgreglu

- onki at vita um hernaðarvirksemi við Føroyar

- at lata annað land føra uttanríkispolitikk Føroya

- at lata onnur seta radarar upp í føroyskum fjøllum

- at váða at missa ræðið á yvirtiknum málsøkjum

- at lata onnur blanda seg upp í føroyskan handilspolitikk

- at seta tjóðina í takksemisskuld á donsku fíggjarlógini

- ikki at hava altjóða viðurkenning sum tjóð

HVAT ER TRYGGLEIKI?

Tað er at skipa lóg og landskil eftir egnum fortreytum

- at hava ábyrgd av egnum landi

- at hava innlit í øll mál viðvíkjandi Føroyum

- at virka fyri egnum áhugamálum úti í heimi

- at hava ræði á øllum málsøkjum viðvíkjandi Føroyum

- at reka sjálvstøðugan handilspolitikk

- at hava sjalvbjargnan búskap uttan heftni av øðrum

- at vera viðurkend sum serstøk tjóð kring heimin

VALIÐ Í DAG

Tjóðveldi virkar fyri teirri tryggu leiðini í føroyskum politikki. Set X við E mánadagin - so velur tú vinnarabreytina!

Magni Arge,

Tjóðveldi