Venjarakabalin komin upp á pláss

Øssur Hansen hevur tikið við sum venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Harvið eru seinastu brikkarnir í samband við landsliðsvenjararnar hjá FSF komnir upp á pláss, skrivar Fótbóltssambandið

Umframt at vera tekniskur stjóri í FSF, er Pætur Smith Clementsen eisini venjari hjá U19-landsliðnum við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar

Øssur Hansen hevur tikið við sum venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Harvið eru seinastu brikkarnir í samband við landsliðsvenjararnar hjá FSF komnir upp á pláss, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Aftur í ár verður talan um eitt sera stórt landsliðsvirksemi, og til tað krevst nógv fólk. Vit eru tí óalmindiliga glað fyri, at alt nú er komið upp á pláss, og at øll liðini enn einaferð hava fingið væl skikkaðar venjarar.

 

Soleiðis sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF. Hvørt ár er tað ein stór kabal, ið skal ganga upp, tá alt landsliðsvirksemið hjá FSF skal leggjast til rættis. Og í 2023 verður als einki undantak – heldur tvørtur ímóti.

 

– Sum tað sær út nú, so seta vit aftur í ár met í landsdystum. FSF hevur í alt ellivu landslið, sum í ár koma at spæla eini 60-65 dystir tilsamans. Hetta setir stór krøv til okkum, men eg haldi vit eru væl stillaði á øllum liðunum, sigur Pætur Smith Clementsen.

 

Seinasti brikkurin í venjarakabalini var at seta venjara til U19-landsliðið við dreingjum. Og nú er avtala gjørd við Øssur Hansen, um at standa á odda fyri liðnum. Avtalan er í fyrstu atløgu galdandi fyri hetta árið. Hjálparvenjari verður Christian Høgni Jacobsen, meðan Geza Turi verður málmansvenjari.

 

Í september skal U19-landsliðið spæla tveir venjingardystir móti Gibraltar, og í november er EM-undankapping á skránni í Kroatia, har Føroyar skulu spæla móti Kroatia, Ísrael og Armenia.

 

U15 Dreingir:

 

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari

 

Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari

 

Trygvi Mortensen, málmansvenjari

 

U15 Gentur:

 

Sigtór Petersen, høvuðsvenjari

 

Allan Smedemark, hjálparvenjari

 

Bára Joensen, málmansvenjari

 

U16 Dreingir:

 

Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari

 

Tóki Klakk Olsen, hjálparvenjari

 

Magnus Emil Poulsen, málmansvenjari

 

U16 Gentur:

 

Eyðvør Jakobsen, høvuðsvenjari

 

Jákup Mortensen, hjálparvenjari

 

Jacoba Langgaard, málmansvenjari

 

U17 Dreingir:

 

Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari

 

Rógvi Poulsen, hjálparvenjari

 

Magnus Emil Poulsen / Fróði Clementsen, málmansvenjari

 

U17 Gentur:

 

Eyðvør Jakobsen, høvuðsvenjari

 

Jákup Mortensen / Jakoba Langgaard, hjálparvenjari

 

Simona Heinesen, málmansvenjari

 

U19 Dreingir:

 

Øssur Hansen, høvuðsvenjari

 

Christian Høgni Jacobsen, hjálparvenjari

 

Geza Turi, málmansvenjari

 

U19 Gentur:

 

Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari

 

Rúna Bjartalíð, hjálparvenjari

 

Gunnar Sørensen, málmansvenjari

 

U21:

 

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari

 

Atli Gregersen, hjálparvenjari

 

Trygvi Askham, málmansvenjari

 

A-landsliðið menn:

 

Håkan Ericson, høvuðsvenjari

 

Eli Hentze, hjálparvenjari

 

Jákup Mikkelsen, málmansvenjari

 

A-landsliðið kvinnur:

 

Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari

 

Svenn Olsen, hjálparvenjari

 

Rúni Klein Joensen, málmansvenjari

 

Umframt at vera tekniskur stjóri í FSF, er Pætur Smith Clementsen eisini venjari hjá U19-landsliðnum við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar