Verjumálaráðharrar hittast á Hotel Hafnia

Í løtuni er fundur á Hotel Hafnia, har allir verjumálaráðharrarnir í Norðurlondum eru við – og umboð fyri landsstýrini í Føroyum og Grønlandi

Verjumálaráðharrarnir komu í gjár og hava verið á fundi í gjár og í dag. Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum, sum byrjaði í Tinganesi seinnapartin í gjár og helt fram á Hotel Hafnia í dag. Vitjað verður á Sornfelli eftir tíðindafundin.

Á skránni fyri fundin hevur millum annað verið trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.

Í løtuni er tíðindafundur á Hotel Hafnia, har londini í NORDEFCO undirskriva eina nýggja visjón fyri samstarvið.