Sambandsflokkarnir kappast um at brúka orðið samstarv í fólkatingsvalstríðnum, og teir tykjast eisini sannførdir við trúgv, tá tað um álit á danska yvirvaldið ræður.
Tjóðveldi verður aftur fyri spjaldrað sum ein flokkur, ið bara vil skapa ófrið og rumbul á Fólkatingi.
Tað er ikki rætt, men líka lítið, sum tað ber til at tosa um ein ríkisfelagsskap ímillum ójavnsettar partar í danska kongsríkinum – í eindarstatinum Danmark – líka lítið ber til at tosa um veruligt samstarv ímillum ójavnsettar partar.
Vit í Tjóðveldi kunnu saktans samstarva við danir um nógv, eisini í Fólkatinginum, og tað hava okkara umboð eisini væl og virðiliga víst, tá flokkurin áður hevur havt sæti har.
Eg vænti eisini avgjørt, at tað fer at bera væl til at samstarva um tilgongdina, um vit í Føroyum gera av at yvirtaka til dømis løgreglu og dómsvald. Gaman í verður tað valla uttan togan og stríð, men tað fer at bera til.
Hinvegin er tað bláoygt at tosa um víðfevnt samstarv á økjum, har Danmark einsamalt situr við øllum trumfunum og ikki er sinnað at blanda og býta kortini av nýggjum. Tað ger seg serliga galdandi á tí uttanríkispolitiska økinum og innan verju- og trygdarpolitikk, har vit einfalt ikki hava atgongd til somu upplýsingar og vitan, sum Danmark, og oftast er tað júst Danmark, sum ikki vil lata okkum hesa vitan. Og tað fara teir ongantíð at gera góðviljað, líka lítið sum teir nakrantíð góðviljað fara at lata Føroyum veruligan sjálvsavgerðarrætt á hesum økjunum.
Í einum samstarvi mugu samstarvandi partarnir hava somu vitan um tað, ið samstarvast skal um, fyri yvirhøvur at kunna semjast um fortreytirnar fyri samstarvinum. Tað má vera minsta kravið.
Tí snúgva “samstørvini” hjá sambandsflokkunum við danir á viðbreknum økjum seg bara um at siga ja og amen og síðan hava blint álit á, at danir eru fittir við okkum. Ella teir siga ja við støði í trúðarjáttanini, at danska yvirvaldið altíð hevur rætt – í dupultari merking: Rætt í tí, tað sigur, og rætt til tað, tað ger.
Fyribrigdið verður á føroyskum nevnt undirbrotligheit.
Reint logiskt er tað so, at har vit vilja broytingar, men samstarv ikki ber til, har brestir saman. Og har tað í útgangsstøðinum ber til at samstarva við danir, er tað oftast kortini neyðugt at bæði arbeiða og rópa hart bara fyri at tryggja, at talan verður um samstarv ímillum javnbjóðis partar.
Vit í Tjóðveldi hava virðing fyri dønum. Vit hava virðing fyri, at teir síggja tað sum sína skyldu at verja sítt ríki, so at tað ikki minkar. Og vit virða, at teir altíð – í øllum málum – eru ansnir, at yvirvaldsrættur, suverenitetur, ikki gleppur teimum av hondum.
Og júst tí mugu vit ikki vera undirbrotlig, men tora at fara inn í harðar taklingar. Tað tora vit í Tjóðveldi. Vit tora at krevja okkara rætt.
Tí er tað so ógvuliga týdningarmikið, at tað aftur kemur eitt tjóðveldisfólk á Fólkating.
So vælsignaði fullveldisfólk og allir tjóðskaparsinnaðir føroyingar, farið á val mánadagin og velji eitt valevni hjá Tjóðveldi. Tá verður okkara søk talað, tó at sessurin er danskur.
Ingolf Sólheim Olsen
fólkatingsvalevni, Tjóðveldi