VIDEO: Dupultbjarging hjá Satchwell millum fimm tær bestu

(Video) Eurohandball hevur valt fimm tær bestu bjargingarnar í 4. fjórða EM-undanumfarinum

YouTube-rásin hjá evropeiska hondbóltssambandinum, Eurohandball hevur valt fimm tær bestu málmansbjargingarnar í 4. umfarinum av EM-undankappingini. 

 

Millum fimm tær bestu bjargingarnar er ein dupultbjarging hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Nicholas Satchwell í útidystinum móti Rumenia farna leygardag.

 

Føroyar taptu 17-25 (10-14) fyri Rumenia á útivølli, har Nicholas Satchwell var greitt tann besti leikarin hjá Føroyum. Nicholas Satchwell bjargaði 35,90 prosent av málmøguleikunum hjá rumenum.

 

HER síggjast fimm tær bestu bjargingarnar, ið Eurohandball hevur valt frá 4. umfarinum í EM-undankappingini:

##med2##