Fótbóltsfepurin í Fredrikstad veksur bara fyri hvønn dyst liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá spælir.
Í dag vann Fredrikstad í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini ein flottan 2-0 sigur á gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd á útivølli í Skien.
Brandur Hendriksson byrjaði inni fyri Fredrikstad, og var skiftur út í 77. minutti. Jóannes Bjartalíð kom á vøllin tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Morten Bjørlo legði Fredrikstad á odda við einum fínum langskoti tá 79 minuttir vóru leiktir, og Sondre Sørlokk staðfesti sigurin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum.
Fredrikstad liggur nú einum evropeiskum plássi í deildini. Fredrikstad er nummar fýra við 11 stigum fyri seks dystir.
Komandi mikudag klokkan 17 spælir Fredrikstad áttandapartsfinalu í norsku steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti Raufoss, ið spælir í næstbestu deildini.