VIDEO: THW Kiel-Göppingen 32-27 (Samandráttur)

(Video) Síggj góðar detaljur hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tryggjaðu sær sunnukvøldið í minsta lagi luttøku í EHF European League.

 

Kiel vann á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel 32-27 á Göppingen. Í steðginum var Kiel á odda 17-13.

 

Kiel er nummar fýra við 44 stigum, og teir kunnu í ringasta føri enda á einum fimta plássi. Melsungen hevur 41 stig á fimta plássinum, og hevur spælt ein dyst fleiri enn Kiel.

 

Elias skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál í sigrinum á Göppingen.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Kiel spælir í grønum og Elias hevur nummar 71 á rygginum:

 

##med2##