VIDEO: THW Kiel-Rhein-Neckar Löwen 26-30 (Samandráttur)

(Video) Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel máttu lúta á heimavølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru hóskvøldið fyri einum rættiliga óvæntaðum tapi á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel.

 

Kiel tapti 26-30 fyri Rhein-Neckar Löwen, ið er nummar 10 í týsku bundesliguni. Í steðginum var Rhein-Neckar Löwen á odda 12-10.

 

Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Elias sæst við nummar 71 á rygginum:

 

##med2##

 

2. hvítusunnudag, mánakvøldið 20. mai klokkan 18 tekur Kiel móti Göppingen í Wonderino høllini.