Viðurskifti uttanífrá orsøk til flogvanlukku

Umborð á flogfarinum hjá Azerbaijan Airlines, sum var á veg úr Baku til Grozny, vóru umleið 70 ferðafólk.

Ferðafólkaflogfarið J2-8243 datt niður í ein vøll nærhendis býnum Aktau í Kasakstan. - Mynd: Azamat Sarsenbayev

Sambært flogfelagnum Azerbaijan Airlines vísa fyrstu kanningarnar, at "ytri viðurskifti" vóru orsøk til flogvanlukkuna í Kasakstan í gjár.

Tað skrivar Reuters.

Hvat hetta ítøkiliga merkir, er ikki nærri lýst.

Men fleiri fjølmiðlar hava áður skrivað, at russisk antiluftskyts rakti flogfarið, sum datt niður nærhendis býnum Aktau í Kasakstan.

Ein ónevnd amerikansk embætiskelda hevur nevnt tað sama fyri amerikanska miðilin CNN.

Tað verður sagt, at tað er fyribils prógv um, at antiluftskyts skeyt flogfarið hjá Azerbaijan Airlines niður.

Um tað veruliga er so, so er talan um eitt mistak, sigur keldan við CNN.

Ferðafólkaflogfarið við flognummarinum J2-8243 var á veg úr aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku, til Grozny í Tjetjenia, tá tað datt niður.

Sambært Reuters hava minst 38 fólk latið lív í flogvanlukkuni.

Tilsamans vóru 67 fólk umborð.

Russiska loftferðslustýrið heldur, at ukrainskar dronur vóru í ferð við at leypa á Grozny, tá flogfarið datt niður.

Hetta skrivaði leiðarin á flogferðslustovninum Dmitry Yadrov á boðtænastuni Telegram, sambært Reuters.

Hann leggur afturat, at flogskiparin í flogfarinum fekk í boði at lenda á øðrum flogvøllum.

- Hann tók avgerðina um at flúgva móti flogvøllinum í Aktau, sigur Jadrov.

Eitt ferðafólk sigur við Reuters, at hann hoyrdi í minsta lagi ein harðan brest, tá flogfarið nærkaðist Grozny.

- Eg helt, at flogfarið fór at detta sundur, sigur ferðafólkið Subhonkul Rakhimov.

Azerbaijan Airlines hevur í dag steðgað flúgvingini til sjey russiskar býir - eftir øllum at døma orsakað av flogvanlukkuni.

Talsmaðurin hjá russisku stjórnini, Dmitry Peskov, varð á tíðindafundi fríggjamorgunin biðin um at gera viðmerkingar til fráboðanir um, at russiskar antiluftskyts høvdu skotið ferðafólkaflogfarið niður.

Her segði Peskov, at hann einki hevði at siga og vildi ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn ein niðurstøða er komin til tær almennu kanningarnar av flogvanlukkuni.

 

/Ritzau/

 

Ferðafólkaflogfarið J2-8243 datt niður í ein vøll nærhendis býnum Aktau í Kasakstan. - Mynd: Azamat Sarsenbayev