Víkingur fær svenskan dómara til dystin móti Liepaja

32 ára gamli, Joakim Östling skal leiða dystin millum Víking og Liepaja

Klokkan 19 í annaðkvøld spælir Víkingur seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League móti Liepaja FK úr Lettlandi. Dysturin verður spældur í Klaksvík. 

 

Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Tað verður 32 ára gamli, Joakim Östling úr Svøríki sum verður høvuðsdómari til dystin.

 

Joakim Östling hevur dømt dystir í bestu svensku fótbóltsdeildini síðani 2019, men hann hevur ikki so nógvar altjóða royndir.

 

Seinasta árið hevur Joakim Östling dømt 25 dystir í allsvenskuni.

 

VÍKINGUR (FRO) - FK LIEPĀJA (LVA)

Dómari: Joakim Östling SWE

Hjálpardómari 1: Max Robin Wilde SWE

Hjálpardómari 2: Simon Kristensson SWE

Fjórði dómari: Richard Sundell SWE

UEFA dómaraeygleiðari: Robert Schörgenhofer AUT

UEFA umboð: Þórir Þormar Hákonarson ISL