Víkingur framtíðartryggjar hópin

Betri deildin menn: Víkingur hevur longt sáttmálan við tveir av spælarunum

Víkingur hevur longt sáttmálan við Poul Kallsberg og Árna Nóa Atlasson. Teir hava hvør í sínum lag sett sín dám at kappingarárið í ár.

 

Poul Kallsberg, sum kom úr Skála, hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá Víkingi í ár. Hann hevur skotið seks mál og fingið sítt gjøgnumbrot í felagnum.

 

18 ár gamli Árni Nóa Atlasson er í holt við sítt gjøgnumbrot. Hann fekk fleiri møguleikar í fjør, men í ár tykist hann hava vunnið stevið sum avloysari hjá Sølva Vatnhamar, ið hevur verið skaddur í nakar vikur.

 

Víkingur er oddalið í Betri deildini hjá monnum og vitjar á Skála um vikuskiftið.