Tað hevur undrað Kristian Martin Petersen, línuskipareiðara, at einki politiskt hevur verið at hoyrt um Føroyabanka.
Hann vísir á, at Bankin søguliga hevur giviðeini 2.500-3.000 tons av toski hvørt ár í langartíðir, men at Bankin nú hevur verið friðaður fyri allari veiði í meira enn 10 ár.
- Í gomlum døgum var toskurin av Føroya-banka okkara høvuðsbrand á útflutningssíðuni. Aftrat toskinum er hýsa, havtaska og annað atfáa. Men, eingin sleppur at royna her, tí Bankin er framvegis stongdur fyri allari vinnuligari veiði – við undantaki av nøkrum fáum døgum til smærri bátar.
Línuskipareiðarin metir ikki, at royndin hjá teimum bátum, sum eru slopnir á Bankan, hevur givið nakra rættvísa mynd av heildini.
- Fyrst í hesari øldini var toskaveiðan á Bankanum umleið 6.000 tons um árið, men bert fá ár seinni minkaði veiðan stórliga. Síðan er eingin veiða farin fram her.
Kristian Martin Petersen heldur, at hetta eiga vit beinanvegin at gera nakað við.
- Eg haldi tað vera ógvuliga sannlíkt, at nógvur toskur og hýsa eru á Føroyabanka.
Hann vísir á, at Havstovan hevur staðfest nógva hýsu á Bankanum seinastu árini, men tað kemur tíverri ikki upp á tal at sleppa at royna her, hóast vinnan metir, at toskur eisini er at fáa á Føroyabanka.
- Tað gevur kanska eina betri heildarmynd av týdninginum, sum Føroyabanki kann hava, um vit samanbera toskanøgdirnar á Banka-num við tað, sum føroysk línuskip kunnu veiðaá Flemish Kap og undir Íslandi.
Kristian Martin Petersen vísir á, at føroyska kvotan á Flemish Kap í 2018 var umleið 2.500tons, og í 2019 verður hon ætlandi umleið 3.900tons. Føroyska toskakvotan undir Íslandi hevur í nógv ár ligið um 1.200 tons, men seinstu árini erhon hækkað til umleið 1.800 tons.
- Tað er torført at skilja, at føroysk línuskip skulu noyðast at sigla framvið Føroyabanka og á havleiðirnar hjá øðrum, tá Bankin kanngeva upp í 6.000 tons av toski um árið. Í staðinfyri at sleppa at fiska á Føroyabanka, noyðastføroysk línuskip á fjarleiðirnar við Flemish Kap,Grønland og Ísland at fiska.
Hann sigur, at fiskimenn duga illa at skila, at
Føroyabanki framvegis er stongdur, og at einginroyndarveiða hevur verið loyvd øll hesi ár.
- Eg ivist ikki í, at nakrar línuroyndir á Bankanum høvdu givið eina sannari mynd av støðuni enn tær fáu yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni geva. Hetta skal tó ikki skiljast so- leiðis, at eg ikki havi virðing fyri tí arbeiði, sum Havstovan ger.
Kristian Martin Petersen sigur, at eingin av teimum, hann hevur við at gera í vinnuni, skilir,hví vit ikki gera paralellar royndir, ið antin stað-festa ella avsanna tað, sum Havstovan sigur.
- Um friðingarnar einki úrslit hava við sær, er tíðin kanska komin til, at vit tora at gera okkurt annað, sigur línuskipareiðarin.