Vísir aftur áhuga hjá Trump: Vit eiga Grønland

Landsstýrisformaðurin í Grønlandi er opin fyri samstarvi við ” grannar okkara”, stendur í svarinum til viðmerkingina hjá Trump.

Múte B. Egede staðfestir, at Grønland ikki er til sølu. - Mynd: René Schütze/Ritzau Scanpix

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, avsannar greitt, at Grønland er til sølu, eftir viðmerkingina hjá Donald Trump um "amerikanskan ognarskap og ræði á Grønlandi."

- Grønland er okkara. Vit eru ikki til sølu og verða ongantíð til sølu, sigur Múte B. Egede í skrivligari viðmerking til Ritzau.

- Vit skulu tó framhaldandi vera opin fyri samstarvi og handli við allan heimin, serliga við grannar okkara. Av tí at alt samstarv og samhandil ikki kann fara ígjøgnum Danmark, heldur landsstýrisformaðurin fram.

Í sambandi við, at komandi amerikanski forsetin í gjørkvøldið kunngjørdi komandi amerikanska sendimannin í Danmark, setti hann aftur hol á kjakið um Grønland.

- Fyri tjóðartrygd og frælsi í øllum heiminum kennir USA, at ognarrættur og ræði á Grønlandi er av sera stórum týdningi, skrivar hann á Truth Social.

Trump skrivaði ikki svart og hvítt, at tað er amerikanska eftirlitið, sum er avgerandi. Hann skrivaði heldur ikki, at USA vildi keypa Grønland.

Tað var júst eitt ætlað amerikanskt keyp av Grønlandi, sum skapti ørkymlan í dansk-amerikanska samstarvinum í fyrsta forsetaskeiðnum hjá Trump. Tump legði uppskotið fram í august 2019.

Tá varð uppskotið skjótt felt av donsku forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen (S). Hon kallaði alt kjakið "absurd".

Ritzau royndi í dag til fánýtis at fáa eina viðmerking frá Mette Frederiksen og uttanríkisráðharranum Lars Løkke Rasmussen (M) til fráboðanina hjá Trump.

Men tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini, Aaja Chemnitz og Aki-Matilda Høegh-Dam, vraka báðar møguliga keypsáhugan hjá Trump.

- Eg haldi, at orðini ognarrættur og stýring frá einum komandi forseta úr USA, sum ásetur uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá øllum vesturheiminum, eru eitt rættiliga greitt signal um, at tey vilja keypa Grønland, sigur Aaja Chemnitz við Ritzau.

Hon kallar tað "sera óvirðiligt", at Grønland verður nevnt sum nakað, sum kann keypast.

Eins og landsstýrisformaðurin eru bæði Chemnitz og Høegh-Dam eisini opnar fyri øktum samstarvi við USA.

 

/Ritzau/

 

Múte B. Egede staðfestir, at Grønland ikki er til sølu. - Mynd: René Schütze/Ritzau Scanpix