Í áratíggju var Harvey Weinstein ein av mest máttmiklu framleiðarunum í amerikansku filmsvinnuni. Hann er - aftur - ákærdur fyri kynslig brotsverk, sum ákæruvaldið roynir at leggja afturat ákærunum móti honum í kolldømda málinum frá 2020. - Mynd: Jeenah Moon/Reuters.

Weinstein noktar seg sekan í nýggjum ákærum í New York

- Ikki sekur, ljóðaði tað í dag frá nýliga skurðviðgjørda Weinstein, sum aftur er skuldsettur fyri kynslig brotsverk.

Í áratíggju var Harvey Weinstein ein av mest máttmiklu framleiðarunum í amerikansku filmsvinnuni. Hann er - aftur - ákærdur fyri kynslig brotsverk, sum ákæruvaldið roynir at leggja afturat ákærunum móti honum í kolldømda málinum frá 2020. - Mynd: Jeenah Moon/Reuters.

Fyrrverandi filmsframleiðarin Harvey Weinstein noktar seg sekan í nýggjum ákærum um kynslig brotsverk, sum hann skal hava framt.

Soleiðis ljóðaði tað frá amerikanaranum á rættarfundi í rættinum í New York í dag.

Rættarfundurin kemur slakar fimm mánaðir eftir, at ein kærudómur kom til ta niðurstøðu í apríl, at Weinstein ikki hevði fingið eina rættvísa rættarviðferð, tá hann varð funnin sekur í neyðtøkuákæru í 2020.

Ríkisákærin á Manhattan hevur tí fyrireikað eitt nýtt mál móti Weinstein.

– Ikki sekur, segði 72 ára gamli Weinstein í rættinum í dag.

Sambært amerikansku tíðindastovuni AP er enn ikki almannakunngjørt júst hvat fyrrverandi framleiðarin er skuldsettur fyri.

Tað sær tó út til, at hann hevur verið skuldsettur fyri at hava framt kynslig brotsverk.

Sambært AP er talan um ákærur, sum ikki vóru partur av málinum frá 2020.

Men á rættarfundinum í dag gjørdi ákæruvaldið greitt, at tey fara at biðja dómaran, Curtis Farber, um, at nýggja ákæruritið gerst partur av upprunaliga málinum.

Harvey Weinstein varð skurðviðgjørdur í hjarta í síðstu viku.

Í rættinum sat hann tí í koyristóli, og hann var í myrkari drakt og bláum slipsi. Hann var í hornjørnum.

Weinstein varð funnin sekur í neyðtøkuákæru í 2020 í Manhattan í New York. Hóast dómurin er umstoyttur, hevur hann verið verandi í fongsli, tí hann er dømdur í einum øðrum neyðtøkumáli í Kalifornia.

Í tí førinum fekk hann 16 ára fongsulsrevsing.

Weinstein hevur eisini áður noktað fyri at hava framt kynsligan ágang. Í øllum førum hevur fingið samtykki frá umrøddu kvinnum, pástendur hann.

Næsti rættarfundur í málinum verður 12. november. Verða nýggju ákærurnar lagdar afturat gamla málinum, so er tað tó sambært ákærunum meira realistiskt, at málið ikki verður klárt fyrr enn í januar næsta ár.

Verjin hjá Weinstein, Arthur Aidala, segði mikudagin, at Weinstein vil verða førdur fyri rættin “so skjótt sum gjørligt”.

Aidala segði eisini, at í hansara eygum er tað órættvíst, at ákæruvaldið fer at leggja fleiri ákærur afturat fyrra málinum, eftir at dómurin frá 2020 varð feldur.

Í áratíggju var Harvey Weinstein ein av mest máttmiklu framleiðarunum í amerikansku filmsvinnuni.

Hann hevur verið ákærdur fyri ágang móti fleiri kvinnum, síðani #MeToo rørslan byrjaði at rulla á heysti 2017.

Ritzau/Reuters