Amerikanski serligi sendiharrin, Steve Witkoff, kom í dag til Moskva, har russiski forsetin, Vladimir Putin, tók ímóti honum.
Tað upplýsir almenna russiska tíðindastovan Tass.
Hetta er fimta vitjanin hjá Witkoff í Russlandi síðani ársskiftið.
Myndir úr Kreml - høvuðssætinum hjá russisku stjórnini í Moskva - vísa, at Witkoff og Putin taka í hondina á hvørjum øðrum.
Fundurin verður tveir dagar áðrenn eina freist, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ásett fyri vápnahvíld í Ukraina.
Um Russland ikki tekur undir við vápnahvíld innan fríggjadagin, verður landið rakt av amerikanskum revsitiltøkum, hevur Trump ávarað um.
Ongar ítøkiligar ætlanir um revsitiltøkini eru lagdar fram av amerikanarum. Men Trump hevur áður hótt við at seta sekunderan toll á handilsfelagarnar hjá Russlandi, India og Kina.
Trump segði týsdagin, at hann bíðar eftir úrslitinum av fundunum hjá Witkoff í Moskva, áðrenn hann tekur støðu til búskaparlig tiltøk.
/Ritzau/