Zelensky noktar at geva russum land

Ein avtala um kríggið uttan luttøku frá Ukraina verður til fánýtis, sigur ukrainski forsetin.

Ukrainar fara ikki at geva upp land, skrivar ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky á sosiala miðlinum X.

Boðini koma eftir at bæði USA og Russland hava váttað, at forsetarnir í teimum báðum londunum, Donald Trump og Vladimir Putin, fara at hittast í amerikanska statinum Alaska at umrøða kríggið í Ukraina.

- Ukrainar vilja ikki geva hersetingarmanninum sítt land, skrivar Zelensky og vísir til Russland.

Áðrenn Trump staðfesti fundin, segði hann fríggjadagin, at "tað verður eitt ávíst økisskifti" til gagns fyri bæði Ukraina og Russland, og at málið verður viðgjørt í næstum.

Zelensky viðger komandi fundin millum Trump og Putin í fleiri innleggum. Fundurin er ásettur at vera 15. august.

Hann ger vart við, at tað fer fram langt frá krígnum í Ukraina.

- Trump forseti hevur kunnað um sínar fyrireikingar til fundin við Putin í Alaska. Sera langt frá hesum stríði, sum er ført í okkara landi, móti okkara fólki, og sum hóast alt ikki kann enda uttan okkum, uttan Ukraina, skrivar ukrainski forsetin.

 

/Ritzau/