07 Vestur og Dan Brimsvík fara hvør til sítt

Nevndin í 07 Vestur og Dan Brimsvík eru í dag vorðin samd um at enda samstarvið

07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Vit eru sera hørm um at vera komin hartil, men úrslitini hava ikki verið eftir vild, og tað er eyðsæð, at okkurt má gerast fyri at venda gongdini, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur.

 

Vit vilja takka Dan fyri samstarvið og ta orku, hann hevur lagt í arbeiðið sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.

 

Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn klára innan stutta tíð.

 

Til nýggjur venjari er settur, fer Sigtór Petersen at standa við ábyrgdini av Betri-monnum.