-Vónandi og væntandi er Johanna klár síðst í mai.
Hetta sigur Gudmund Jacobsen, eisini nevndur Johannu-Gudmund, tí síðani farið varð undir at gera sluppina í stand í áttatiárunum, og øll árini frameftir, hevur hann verið ímyndin av støðuga stríðnum at halda sluppina viðlíka.
-Vit byrjaðu í november í 2023, men tað gjørdist meira enn væntað, sigur Gudmund Jacobsen, og sipar til, at í aftara enda á sluppni er sera nógv skift og gjørt av nýggjum, tí tað vísti seg, at har var sera illa farið.
Tað er tískil stórarbeiði, ið er farið fram.
-Eisini eru baðir motorarnir skiftir. Ljósmotorurin, og so er nýggjur motorur settur í, ein Scania, ið hevur 300 hestar. Tað er P/F Ango, ið hevur latið motorin. Umframt er gear, skrúvuaksil og skrúva eisini skift, sigur Gudmund Jacobsen, og leggur afturat, at tá alt verður roknað saman, so hevur stórarbeiðið kostað útvið seks milliónir krónur.
-Men vit eru væntandi klár síðst í hesum mánaðinum, so hevur ein hug at koma túr við sluppini, so er bara at ringja, sigur Gundmund Jacobsen, sum í hesum døgum, saman við øðrum, ger Johannu TG 326 siglingarklára, eftir at siglt ikki hevur verið síðani í november 2023.
Nakrir túrar eru umbidnir, og áhugin er til staðar, nú Johanna aftur stevnir út millum oyggjarnar, eftir longri tíð á landi á skipasmiðju, og við bryggju. Onkur túrur út um landoddarnar er eisini á skránni í summar.
##med2##
##med3##
##med4##