10 gíslar latnir Reyða Krossi í Gaza

Tíggju ísraelskir og fýra teilenskir gíslar eru á veg til Ísrael, sigur ísraelski herurin og Hamas sambært Reuters

 

 

Ein maður veiftrar við ísraelska flagginum, tá tveir ísraelskir gíslar við russiskari bakgrund i dag vórðu førdir úr Gaza til Ísrael við Reyða Krossi. Men tær báðar kvinnurnar vóru ikki ein partur av avtaluni um gíslar, sum Ísrael væntaði leysar í dag eftir aftalu við Hamas. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Tíggju ísraelskir og fýra teilendskir gíslar eru latnir leysir og eru á veg til Ísrael.

Tað upplýsa bæði ísraelski herurin og Hamas nú í kvøld.

Um mynstrið er hitt sama, so fara gíslarnir um fáar tímar at vera í Ísrael.

Hinvegin vil Ísrael lata leysar 30 palestinar í ísraelskum fongslum.

Vápnahvíldin nærkast endanum, uttan at Hamas og Ísrael tykjast til reiðar til eina nýggja avtalu.

Tann fyribils vápnahvíldin gongur út í nátt, eftir at hon í gjár varð log fyri tveimum døgum.Vápnahvíldin hevur gjørt, at fleiri gíslar er latnir leysir aftur fyri at enn fleiri palestinar eru latnir leysir úr ísraelskum fongslum.

Ein talsmaður fyri Hamas, Osama Hamdan, sigur sambært Times of Israel, at partarnir í kvøld enn ikki eru samdir um treytirnar fyri ein framhaldandi vápnahvíld.

– Royndirnar at leingja vápnahvíldina hava enn ikki borið ávøkst. Og tá tað snýr seg um tilboðið, sum er givið fyri longari vápnahvíld, so halda vit tey ikki vera verd at hyggja nærri at, sigur hann úr Libanon, har hann er staddur.

Uttan um hesar avtalur hevur Hamas í dag latið tveir ísraelar við russiskari bakgrund. Tað upplýsir ísraelski herurin.

Talsmaðurin fyri ísraelska herin upplýsti í kvøld – áðrenn tíðindini um, at fleiri gíslar kunnu vera á veg til Ísrael – at tað vóru 159 gíslar eftir í Gaza.

Teir 159 persónarnir vórðu 7. oktober tiknir av hernaðarfólkum frá Hamas, sum brutu gjøgnum stikið og lupu á mál í syðra parti av Ísrael. Samstundis skutu Hamas fleiri túsund rakettir ímóti Ísrael.

Í álopinum doyðu umleið 1200 fólk í Ísrael. Yvir 240 vórðu tikin sum gíslar.

Hamas upplýsti fyrr í dag, at eitt tíggju mánaðir gamalt ísraelskt barn, ein beiggi og mamman, sum hava verið í Gaza, eru deyð undir einum ísraelskum álopið á Gaza.

Ísraelski herurin sigur, at hann kannar málið, men kann fyribils ikki vátta upplýsingarnar. Tað skrivar tíðindamiðilin Times of Israel.

/ritzau/Reuters

 

Ein maður veiftrar við ísraelska flagginum, tá tveir ísraelskir gíslar við russiskari bakgrund i dag vórðu førdir úr Gaza til Ísrael við Reyða Krossi. Men tær báðar kvinnurnar vóru ikki ein partur av avtaluni um gíslar, sum Ísrael væntaði leysar í dag eftir aftalu við Hamas. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix