Tað verður endurtikið aftur og aftur.
Í kvøld hava Føroyar enn einaferð trumfað í altjóða hondbólti. Føroyar vunnu 35-27 í síðsta EM undankappingardystinum í hesi EM undankappingini.
Undan síðsta umfari var tað greitt, at Føroyar fara at luttaka í EM endaspælinum í Oslo í januar.
Nú er tað greitt, at Føroyar fyri fyrstu ferð hava vunnið eina EM undankapping.
Inntil fyri heilt stuttum var tað óhugsandi, men nú er tað veruleiki. Føroyar eiga eitt av heilt góðu manslandsliðunum í Europa og harvið í heiminum, og avrikið í kvøld leggur upp til, at Føroyar fara at hava møguleika at spæla seg viðari úr innleiðandi bólkinum í EM endaspælinum.
Hósdagin fæst at vita, hvørjum Førpyar fara at spæla ímóti í innleiðandi bólkinum í endaspælinum í januar.
Tað byrjaði væl hjá føroyingum, sum komu á odda við tveimum málum beinan vegin. Tað leikaði javnt á, men Føroyar vóru eina tonn frammanfyri alla tíðina. Í hálvleikinum vóru Føroyar frammanfyri við tveimum málum.
Hálvleiksstøðan var 15-13.
Í seinna hálvleiki leikaði aftur javnt á, men so tóku føroyingar dik á seg og kom fleiri mál framum móti dystarenda til endaliga úrslitið 35-27.
Allir teir føroysku leikararnir vístu seg frá síni best síðu, Óli Mittún og Elias Ellefsen vóru aftur hesaferð eyðsýndir.
Í hagtølunum sæst, at føroyginar skoraðu upp á 76% av skotunum, meðan ukrainar skoraðu upp á 60%.
Málskjúttar vóru:
Elias Ellefsen á Skipagøtu | 9 |
Óli Mittún | 6 |
Hákun West av Teigum | 5 |
Teis Horn Rasmussen | 5 |
Leivur Mortensen | 2 |
Vilhelm Poulsen | 2 |
Ísak Vedelsbøl | 2 |
Rói á Skipagøtu | 2 |
Bjarni í Selvindi | 1 |
Rói Berg Hansen | 1 |
##med2##
##med3##