Tað sigur Borgaralistin, sum hevur meiralutan í Vága kommunu og harvið leiðsluna í kommununi við borgarstjóranum Bjarna Prior á odda.
– Vit hava royndar politikarar og eisini nógv nýggj fólk, og hava vit rímuliga javnt kynsbýti, skrivar Borgaralistin.
Hesi 15 fólkini stilla upp fyri Borgaralistan:
- Albert Ó. Ellefsen, 65 ár, bókhaldari, Miðvágur
- Ásla Leila B. Johansen, 33 ár, skrivari/verkætlanarleiðari, Miðvágur
- Beinta Gudmundsen, 26 ár, leiðari, Sandavágur
- Bjarni Prior, 51 ár, borgarstjóri, Sandavágur
- Brian Hansen, 32 ár, landmátari/málsviðgerði, Sandavágur
- Elsibet Jacobsen, 41 ár, námsfrøðingur, Miðvágur
- Fróði H. Poulsen, 49 ár, tyrluflogskipari, Miðvágur
- Gunnvá S. á Lofti, 51 ár, løgfrøðingur, Sandavágur
- Joan Kristina Olsen, 43 ár, sjúkrarøktarfrøðingur, Sandavágur
- Jon Ingi Wiberg, 35 ár, lærari, Miðvágur
- Jóanis Albert Nielsen, 28 ár, bankaráðgevi, Sandavágur
- Jógvan Sigurd E. Hattarstein, 24 ár, timburlærlingur, Miðvágur
- Poul Poulsen, 45 ár, húsasmiður, Sandavágur
- Rannvá M. Ólavsdóttir, 53 ár, deildarleiðari, Miðvágur
- Súsanna Nordendal, 49 ár, deildarleiðari, Sandavágur
##med2##
Úrslitið í Vága kommunu á seinasta kommunuvalið var hetta:
##med3##