Kim Durhuus hevur mist løgtingsessin

Tann fyrsta beinleiðis avleiðingin av, at Ingilín Didriksen Strøm er farin frá sum landsstýriskvinna er, at hon tekur sæti aftur á tingi.

Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus eru varafólk nummar 3 og 4 hjá Javnaðarflokkinum við ávikavist 189 og 161 atkvøðum. Kim Durhuus fer nú úr Løgtinginum, tá Ingilín Didriksen Strøm nú tekur sæti aftur

Og tá Ingilín Didriksen Strøm tekur sæti aftur á tingi, so merkir tað, at síðsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum má víkja sæti. Tað hendir helst beinanvegin, ella í øllum førum á næsta tingfundi.

Javnaðarflokkurin fekk 9 tingfólk á seinasta løgtingsvali. Fýra teirra sita í dag í landsstýrinum og tí eru 4 fólk fyri tey sum varafólk í Løgtinginum. Tey eru:

1.    Súsanna Bertholdsen, 275 atkvøður

2.    Kristianna Winther Poulsen, 205 atkvøður

3.    Hans Jacob Thomsen, 189 atkvøður

4.    Kim Durhuus, 161 atkvøður

Tað merkir, at Kim Durhuus skal úr Løgtinginum, tá Ingilín Didriksen Strøm aftur tekur sæti á tingi.

Javnaðarflokkurin skal helst velja sær eitt nýtt landsstýrisfólk sum skjótast. Verður tað ein úr tingmanning floksins, so verður aftur pláss til Kim Durhuus í tingbólkinum. Men tað er einki krav, at landsstýrisfólk verða úr tingmanning, tað ber væl til at taka onkran uttanífrá í landsstýrið.

Øll landsstýrisfólkini í hesum landsstýrinum er vald á ting.

 

 

Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus eru varafólk nummar 3 og 4 hjá Javnaðarflokkinum við ávikavist 189 og 161 atkvøðum. Kim Durhuus fer nú úr Løgtinginum, tá Ingilín Didriksen Strøm nú tekur sæti aftur