1,6 prosent av bilunum í Føroyum eru elbilar

Tann 1. desember vóru 41.534 akfør skrásett í Føroyum. Av teimum eru sum vera man nógv tey flestu persónbilar.

 

Um vit bara telja við akfør, sum kunnu koyra, tað vil siga ikki telja við kampingvognar, viðfestisvognar og líknandi, so eru 36.826 motordrivin akfør í Føroyum.

Av teimum eru 19.919 bensinbilar, 15.490 dieselbilar og 594 elbilar. 

Tað merkir, at 54 prosent av bilunum er bensinbilar, 42 prosent eru dieselbilar og 1,6 prosent eru elbilar.

Talið av bilum í Føroyum er nógv vaksið seinastu 10 árini. Tí tann 1. januar í 2012 vóru skrásett 29.913 akfør í Føroyum í min til 41.534 1. desember í ár.

Tað hevur soleiðis verið ein vøkstur upp á 39 prosent hesi tíggju árini.

(Akstovan er farin at skráseta bilar sum bensin PHEV og diesel HEV, men tey tølini eru so smá enn, tí áður hava hesir bilar verið roknaðir upp í ávikavist diesel og bensin.)