2000 fólk á Glasi í sóttarhaldi

Allir næmingar og lærarar á Glasi skulu vera í sóttarhaldi næstu dagarnar.

Leiðslan á Glasi hevur í kvøld gjørt øllum næmingum og lærarum greitt, at tey øll eru í sóttarhaldi, til tey eru kannað fyri koronu tvær ferðir.

Í dag eru 273 fólk kannað, og í morgin skal restin kannast.

– Fyri at rudda eitt ivamál av vegnum: Tit skulu øll verða heima – í sóttarhaldi – inntil negativt svar er komið av seinnu kanningini. Hetta merkir, at tú ert heima og ikki fert út til eitt nú venjingar, til arbeiðis, at keypa inn ella til sosial tiltøk. Einastu ørindini uttanfyri heimið eru sjálvar koronakanningarnar, skrivar skúlin í fráboðan til næmingarnar í kvøld.

Seinnu kanningarnar verða gjørdar mikudagin og hósdagin.

Øll tey, sum vóru til kanningar í dag, sunnudag, skulu kannast seinnu ferð mikudagin.

Tey, sum fara til fyrru kanning í morgin mánadag, skulu kannast seinnu ferð hósdagin.