Lonin í Skopun: - Alt skal út

Tað er nú greitt, at Á-handilin í Skopun fer at lata aftur, men enn er ikki endaliga avgjørt, nær tað verður, sigur Sámal Hanni Lognberg

 

Seinastu tíðina hava tey, sum reka Á-handilin í Skopun, lýst á Facebook-vanganum hjá handlinum við, at øll vøra verður seld fyri ein avsláttur á 20 prosent - og okkurt verður selt fyri ein avsláttur á upp til 50 prosent.

 

- Tað er nú greitt, at handilin fer at lata aftur, og tá verður handilsvirksemið liðugt fyri okkara viðkomandi. Spurningurin er so bara, nær lykilin verður snaraður um.

 

Tað sigur Sámal Hanni Lognberg í Skopun, sum læt handilin byggja.

 

Hann vísir á, at framvegis er nógv vøra eftir í handlinum, og útsølan fer at halda fram. Tískil loysir tað seg at keypa í Skopun og fáa góðan avsláttur.

 

Sámal Hanni Lognberg sigur, at nógv vøra hevur lutfalsliga langa livitíð, og hesar vørur kunnu seljast í fleiri dagar aftrat. 

 

- Haraftrat hava vit framvegis væl av køli-og frystivørum eftir og frystivørurnar, sum eitt nú er døgurðamatur og ymiskt annað, halda sær leingi.

 

Tað gera drykkjuvørurnar eisini.

 

##med2##

 

Hann sigur, at tá meginparturin av vøruni er farin úr húsinum, verður farið at selja diskar og ymiskan annan útbúnað, sum er í handlinum.

 

- Vit hava bæði frysti-og kølidiskar, sum bara eru nøkur fá ára gamlir, eins og kompressarar nýliga eru skiftir, sigur Sámal Hanni Lognberg.

 

Hann sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin til Skopunar at verða við til at tøma handilin, og hetta er so avgjørt eitt gott høvi at gera eitt keyp fyri góðan avsláttur.

 

- Tað er meklarafyritøkan Nira, sum stendur fyri søluni av bygninginum. Mær kunnugt er bygningurin ikki seldur enn, men fyrispurningar eru, sigur Sámal Hanni Lognberg.

 

Teir komandi dagarnar verður Á-handilin í Skopun opin frá klokkan 10-18, og sunnudag er stongt.

 

 

 

 

 

Sámal Hanni Lognberg