2,5 milliónir fyri at taka pakkhúsið niður

Svarta pakkhúsið á molanum í Havn skal takast niður

Tórshavnar Havn hevur boðið arbeiðið at taka niður gamla svarta pakkhúsið á molanum niður. Niðurtøkan er ikki partur av høvuðsverkætlanini við »Molanum«, ið Smyril Line stendur fyri at byggja. Tí hevur Tórshavnar Havn boðið arbeiðið at taka pakkhúsið niður sum undirhondsboð millum Articon og J&K Petersen. Articon hevði lægsta boðið áljóðandi 2,5 mió kr. 

Við 15% í ókendum útreiðslum verður samlaði kostnaðurin mettur til 2,875 milliónir krónur, sæst í tilfarinum til býráðsfundin hjá Tórshavnar býráð í gjár.

Á íløguætlanini hjá Tórshavnar havn eru avsettar uml. 5,7 mió til niðurtøku av pakkhúsum.

Stjórin í Tórshavnar Havn mælir til at taka av tilboðnum frá Articon áljóðandi 2,5 mió kr., og at játtaðar verða 2,875 mió.kr. av íløgum hjá Tórshavnar havn, og at málið verður beint í býráðið umvegis fíggjarnevndina.

 

##med2##

Havnarnevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina, sum á fundið 9. apríl samtykti at taka undir við tilmælinum frá Havnanevndini. 

Og á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar býráð einmælt málið.