27 fingu prógv í Klaksvík

Í gjár var próvhandan í Tekniska skúla í Klaksvík

Í gjár, fríggjadagin 16. desember, skrivaði Tekniski skúli í Klaksvík soleiðis:

 

Í dag, 16. desember, fingu 27 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 5 í elektrikarafakinum, 8 í timburfakinum og 14 í maskinfakinum.

 

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Leivur Hansen frá JT-electric.

 

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##