Stjórnarleiðararnir úr Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum hittast í morgin, 12. mai, í Tinganesi at umrøða trygd í Norðuratlantshavi og Arktis.
Tá løgmaður, Aksel V. Johannesen, luttók á trygdarráðstevnu í München í februar, vóru greið tekin um, at londini í økinum ynskja størri fokus og tættari samskifti um trygdarpolitisk viðurskifti.
Tí hava stjórnirnar í Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum kannað møguleikarnar fyri einum stjórnarfundi um trygdarpolitikk.
Í sambandi við vitjanina hjá íslendska forsætisráðharranum um vikuskiftið, vísti tað seg at passa væl hjá stjórnarleiðarunum at hittast í Føroyum í morgin, mánadag 12. mai. Norski forsætisráðharrin fer tó at luttaka talgilt.
– Vit hava skyldu til at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Fundurin í morgin er eitt gylt høvi hjá londunum í Norðuratlantshavi og Arktis at savnast og sameinast um trygdarpolitisk viðurskifti í okkara øki. Tíðin krevur,at vit alsamt økja um samskiftið og samstarvið. Tí fegnist eg um, at tað ber til at halda fundin í Føroyum og gleði meg at bjóða teimum vælkomnum í morgin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Umframt stjórnarfundin fer løgmaður eisini at hava fundir við ávikavist danska forsætisráðharran og nýggja grønlendska landsstýrisformannin hvør sær.
Á stjórnarfundinum luttaka:
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri
Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður
Kristrún Frostadóttir, íslendskur forsætisráðharri
Jonas Gahr-Støre (talgilt), norskur forsætisráðharri