3. og seinasta umfarið av altjóða hópfígging

Fyrsta whisky hjá Faer Isles Distillery kemur á marknaðin næsta ár, og her í apríl kemur felagið á størstu evropeisku marknaðirnar so sum Frankaríki og Týsklandi.

Eisini er umfatandi avtala gjørd við ein stóran amerikanskan innflytara, sum tryggjar, at vørurnar hjá Faer Isles koma á marknaðin í USA í summar.

Higartil eru íløgur fyri umleið 60 mió. gjørdar í verkætlanina, sum harvið hevur framt allar stóru íløgurnar og er í fullari drift. Hetta er partvíst fíggjað við altjóða hópfígging, sum er eitt eindømi í Føroyum. Fyrru umførini vóru í 2021 og 2023, og nú er triðja og seinasta umfarið. Altjóða kampanjan er byrjað og koyrir einans nú í apríl á heimasíðu felagsins. 

Fyrru umførini eydnaðust sera væl, og felagið hevur í dag +1000 íleggjarar í 31 londum. Útbjóðing og greiningartilfar (prospekt) eru góðkend av danska Fíggjareftirlitinum.

Inntøkurnar frá hesum seinasta umfarinum av hópfígging skulu nýtast til at fíggja kostnaðin av at byggja upp altjóða søluliðið og marknaðarføringina í nýggju marknaðunum.

Lykilin til at fáa hol á altjóða søluna hevur í stóran mun verið ein heilt nýggj og serstøk fløska, sum er sniðgivin og framleidd beinleiðis til Faer Isles Distillery. Meira verður at frætta um hetta skjótt.

Minstamarkið er 50 partabrøv á 120 kr. partabrævið.

Útboðið fer fram á heimasíðu felagsins, www.faer.fo. Har er ein íløguframløga at finna við tilfari um felagið og ætlanirnar fyri framman.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##