Burn: Í kvøld vera fyrstu FM-hálvfinalurnar leiktar

Aðru hálvfinalurnar vera leiktar sunnudagin

Í kvøld vera fyrstu FM-hálvfinalurnar í Burn Mansdeildini leiktar.

 

StÍF, Kyndil, VÍF og H71 manna hálvfinalurnar.

 

Í kvøld klokkan 18 møtast StÍF og Kyndil í høllini á Skála, og klokkan 20 tekur H71 móti VÍF í Hoyvíkshøllini.

 

Sunnudagin verður leikt soleiðis: Klokkan 16: VÍF-H71 og klokkan 19: Kyndil-StÍF. 

 

Spælt verður best av trimum dystum. Um tað endar við trimum dystum vera triðu dystirnir leiktir í komandi viku.