Svenski maskinframleiðarin, Husqvarna, hevur sett sær fyri at minka um útreiðslurnar við einari hálvari milliard svenskum krónum.
Hetta merkir, at neyðugt verður at siga 400 fólkum úr starvi.
- Við einari effektivari umsiting og sterkari framleiðslu fer hetta stig at viðvirka til at tryggja framtíðarraksturin hjá samtakinum.
Tað sigur umsitingarstjórin í fyritøkuni, Pavel Hajman, í tíðindaskrivi.
Husqvarna er kendur framleiðari av einari røð av eitt nú urtagarðsmboðum, seymimaskinum og ymiskum øðrum útbúnaði.
Tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun, leggur aftrat, at høvuðssætið hjá Husqvarna er í svenska býnum, Jönköping.