42.258 akfør skrásett í Føroyum

Tilsamans eru skrásett 42.258 akfør í Føroyum. Tá eru øll akfør, sum hava nummarplátu, tald við. Eisini akfør, sum ikki koyra sjálvi, so sum viðfestisvognar og kampingvognar.

 

Størstu tølini eru sum vera man persónbilarnir, sum eru 27.994 í tali.

 

Næststørsti bólkurin eru vøruvognar, sum eru 4.790 í tali. Síðani koma viðfestisvognarnir, sum eru 3.938.

 

Um vit bara telja við akfør, sum koyra sjálvi, so eru tey 37.444 í tali.

 

##med2##