George Simion úr høgraflokkinum AUR stendur til at fáa flestar atkvøður í fyrsta umfari av forsetavalinum í Rumenia.
Tað vísa exit-kanningar sambært tíðindastovuni Reuters.
Simion, sum er harður atfinnari av ES og stuðul hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fær væntandi millum 30 og 33 prosent av atkvøðunum.
Um einki valevni fær 50 prosent av atkvøðunum, verður annað valumfar 18. mai.
/Ritzau/