– Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi. Vit framleiða og selja í dag 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og er fyritøkan víðkað til eisini at vera ein handilsfyritøka, sum nøktar, so at siga, allan tørvin hjá landbúnaðinum í Føroyum, sigur Mjólkarvirki í tíðindaskrivi.
Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað.
Í mai/juni mánaði fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har tey fara at framleiða eitt stórt úrval av ostum.