Í løtuni hava fleiri tíggjutúsund fólk í Kherson í Ukraina ongan streym. Hetta er hent eftir eitt russiskt álop á eina orkustøð í økinum.
Í Ukraina verður sagt, at í løtuni eru 45.000 fólk í Kherson uttan steym.
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, sigur, at Russland hevur oyðilagt eina orkustøð í býnum.
- Í morgun oyðilegði Russland eina orkustøð, hóast Russland hevur sagt, at landið ikki fer at leypa á slíkar støðir í Ukraina.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur ukrainska uttanríkisráðharran, Andrij Sybiha, seinnapartin í dag.